Sunnudagurin 6. juni gjørdist feigdardagur, har Vágsbygd, Suðuroyggin og tjóðin øll misti ein av okkara bjartastu eldsálum og undangongumonnum.
Hans er farin ljóðaðu harðrendu sorgarboðini. Alt stóð stilt eina løtu og sum flóðalda skolaðu minnini gjøgnum hugaheim okkra um merkismannin, Hans í Liðini, ið fylti so sera nógv allastaðni.
Skaldið Neptun yrkir so vakurt og sigandi um teg:
Tú minnisvarðar reisti tær,
hvar enn tín fótur steig,
ein eldsál tú í øllum var –
eitt ljós á lívsins leið.
Í Lionshøpi verður saknurin ómetaligur, nú máttmikla rødd tín er tagnað og pennurin hvassi hevur skrivað sína seinastu søgu.
Tungir hava seinastu dagarnir verið. Vit hava so ilt við at skilja ævinliga veruleikan, men sum tú sjálvur so ofta bar fram: “Lívið er bert lítil løta, sum vit sjálvi ikki ráða yvir”.
Góði Hans, tú tók lut í so ómetaliga nógvum ta stuttu lívsløtuna, tær untist at vera millum okkum. Altíð við tí góða orðinum og altíð við trúnni upp á egna mátt og megi.
Heðin Brú sigur í Fedranna Talu, at lívlát er ikki deyðin, men heldur tað at seta førningin av sær við vegin til onnur at bera víðari fram. Tað er tá tú setir ta tóma tægu frá tær, at tú ert ein deyður maður.
Og góði Hans, vit takka tær fyri borðfulla førningin, tú setti frá tær til okkum onnur at bera longur fram á vegin.
Algóði vinur,
Orð eru fátøk, ein roynd til at greiða,
at vinskapur okkra er ævinleiki,
Ið fáur, um nakar, í kosmos man eiga.
Við hesum lýsa vit við orðum Neptuns frið um minnið um Hans í Líðini:
Farvæl vár vinur – stórt er lið
nú komið garðin í.
Um minnið títt vit lýsa frið,
í hesi sorgartíð.
Má Harrin varða væl um tey,
sum sita eftir teg,
og styrkja tey í sváru neyð,
á sorgarfullum veg.
L C Suðuroy
Facebook viðmerkingar