Í døgunum 8. til 10. juli verða Føroyaleikirnir hildnir til í Vági. Vágur er ein av vertsbýum, sum er karmur um stóru ítróttastevnuna hjá ÍSF. Hesar dagarnar verður dysta í svimjing, bogaskjóting og dart. Eisini verður skipað fyri Kirvi Føroya Sunnasta 1/2 marathon.
Umframt ítróttin, sum setir sín dám á, so verður so nógv meira at uppliva í Vági hesar dagarnar. Ítróttafólk, vágbingar og ferðandi í Vági og Suðuroy kunnu hesar dagarnar sigla við ActionBoat, sum ger túrar vestanfyri Suðuroynna. Nýggja og spennandi tilboðið í Vági Move spílar seg út hesar dagarnar, og bjóðar fólkið inn í parkourhøllina, har tey skipað fyri parkourverkstova, yoga og acroyoga. Somuleiðis verður Suðuroyar Kajakk á Vágsfjørði. Ruth Smith savnið hevur eisini opið fyri vitjandi í Vági og á Føroyaleikunum. Livandi tónleikur verður á Jugga, fríggjadagin spælir Johnny Campbell norðurlendskan fólkatónleik og leygardagin spæla Hjalmar og Dagfinn. Páls Høll hevur opið fyri almennari svimjing tórsdagin, 8. juli. 9. og 10. juli er Páls Høll karmur um svimjikappingina. Fólk í Vági skulu ikki ganga svong hesar dagarnar. Matstøðini og kafe’irnar hava opið. Handlarnir í Vági hava opið longi leygardagin. Fríggjakvøldið á Føroyaleikunum skipar rørslufelagið Hvistan fyri kvøldsetu á keiini í Vági, har eitt nú sluppin Johanna, tónleikur og matur verða á skránni.
Í døgunum upp undir Føroyaleikirnar kemur Visit Suðuroy út við einari neyvari skrá. Sum meira nágreinað vísir ymsu hendingarnar og møguleikarnar, sum verða í Vági hesar dagarnar.
Fyrivarnið verður tikið fyri korona støðuna í landinum og almennu tilmælini.
Facebook viðmerkingar