Rúm eigur at vera fyri føroyskari framleiðslu av sílum! At lata fleiri tíggjuára arbeiði við kynbøting og menning av serføroyskum sílastovni fara fyri bakka, tykist órímiligt og óskynsamt.
Seinastu dagarnar hevur ljóðað, at føroyski sílastovnurin verður tikin av med alla. At tað ikki hevur borið til at finna hesi spennandi framleiðlsu rúmd, um ikki annað, so sum eina nisjuframleiðslu, er trupult at skilja.
Tað hevur týdning, at vit halda møguleikanum opnum fyri, at onnur fiskasløg enn laksur kunnu alast í Føroyum. Hetta sást eitt nú skilliga, tá ILA fyri nøkrum árum síðani herjaði, og jarðlegði laksaalingina fyri eina tíð. Herviliga laksasjúkan rein ikki við sílini, sum tá svumu í firðunum. Hetta kann eisini vera galdandi fyri aðrar fiskasjúkur, eins og ILA kann koma aftur. Sílaaling kundi tí møguliga verið við til at avmarka sjúkuspjaðing í teirri sera intensivu laksaframleiðsluni.
Tá nýggja alilóggávan kom á vári 2018, skrivaði samd vinnunevnd í álitið at: “… verandi lógarkarmar geva landsstýrismanninum heimild at skapa grundarlag fyri sílaaling, uttan at tað ger seg inn á verandi laksaaling. Tað er ein fyrimunur at hava eina fjøltáttaða aling, har rúmd er fyri eitt nú nisjuframleiðslum”.
Og í samgonguskjalinum hjá núverandi samgongu stendur: “Stuðlað verður undir møguleikarnar fyri framleiðslu og menning av føroysku laksa- og sílastammunum og føroyskum loysnum í alivinnuni sum heild” og víðari, at tey vilja arbeiða við “menning, vøkstri og fjølbroytni av alivinnuni”. Sostatt eigur so ríkiligt av politiskum vilja at vera til at tryggja sílunum eina framtíð. Og er viljin har, so eigur politiski myndugleikin at finna vegin!
Í samrøðu við útvarpið nevndi landsstýrismaðurin, at Kaldbaksfjørður ikki er væl egnaður til hesa aling. Og tað er helst rætt, um vit tosa um aling í teirri mongd og umfangi, sum svimur í laksaringunum í dag. Men kundið ein meira avmarkað framleiðsla ikki borið til? Við teimum møguleikum, sum í dag finnast til at fínsíla og sóttreinsa frárensluvatn, átti so avgjørt heldur ikki at verið útilokað við alistøð á landi.
Við hesum orðum ein staðilig áheitan á landsstýrismannin í vinnumálum um at seta seg niður saman við vælhugsandi knokkum og finna eina góða loysn, so føroyska sílinum verður lív lagað.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar