Frá heilsuhjálpara til heilsurøktara

Eg eri næmingur á Heilsuskúla Føroya í Suðuroynni, sum er langt burtur frá húsum, men eg trívist so sera væl.

  • Jacoba Torgun Winther
  • 39 ára gomul
  • Útbúgvin heilsuhjálpari í 2010 og tók HF í juni 2016
  • Er heilsurøktaranæmingur á Heilsuskúla Føroya
  • Gift við Jón Tór Baldvinson
  • Tvær døtur, Ása Winther, 20 ár og Karolina Halla Jónsdóttir Winther, 17 ár
  • Arbeiðir på Boðanesheiminum á 0,5 arbeiðsbrøki
  • Jacoba er orðblind

Sum yngri arbeiddi eg á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Eg bleiv kunnað um skúlan í Suðuroynni, men tá helt eg ikki, at ein útbúgving innan eldraøkið, var nakað fyri meg. Men sum fráleið, so fór eg at brenna fyri mínum starvi og valdi tí at nema mær útbúgving sum heilsuhjálpari.

Eg var 27 ára gomul, tá eg byrjaði uppá útbúgvingina til heilsuhjálpara á Heilsuskúla Føroya, sum liggur í Suðuroynni. Tað var i 2009.

Tíðin, áðrenn skúlin byrjaði, var ræðulig. Tað var so nógv at taka støðu til og eg hevði onga hóming av, hvussu eg skuldi fáa alt at hanga saman. Eg hevði jú tvær døtur, sum vóru 6 og 9 åra gamlar, og eg visti ikki, um eg skuldi taka tær við mær ella lata tær verða eftir hjá manninum í Skopun. Eg avgjørdi at taka tær við og tá ein tíð var liðin, avgjørdi maður mín eisini at flyta til Suðuroynna.

Kommunan, har eg búði, var stórsinnað, tá tað kom til stovnsplássið hjá dóttrini. Peningurin, sum vit betaltu fyri stovnsplássið, valdi kommunan at gjalda til Tvøroyrar kommunu, so vit ikki skuldu gjalda fyri stovnspláss bæði í Skopun og á Tvøroyri.

Mær dámar skúlan sera væl. Tá eg skuldi byrja á skúlanum fyrstu ferð, var eg sera fjálturstungin, tí eg eri orðblind og tá var ikki rættiliga nakað tilboð til næmingar við hesum avbjóðingum.

Eg var so heppin at hava ein lærara, sum eitur Súsanna Bertholdsen, som hjálpti mær nógv. Tað var eisini hon, sum syrgdi fyri, at eg fekk telduforritið CD-orð, ið er eitt lesi- og skrivi forrit til næmingar við orðblindni.

Lærararnir vóru sera hjálpsamir og óførir at lesa tekstir hart fyri mær. Tá tað var bólkaarbeiðið, var eg í bólkum, har hini í bólkinum høvdu styrki innan lesing og skriving, og var tað ein stór hjálp fyri meg. Til uppgávur, royndir og próvtøkur, fekk eg eyka tíð, sum eg havi rætt til.
Tá eg bleiv liðug sum heilsuhjálpari í 2010, var eg ikki í iva um at søkja víðari til heilsurøktara. Tíanverri fekk eg noktandi svar uppá mína umsókn; tað vóru sera nógvar umsóknir og bíðilistin var langur. Tað hevði annars passað mær væl at sloppið víðari til heilsurøktara beinanvegin, tí døturnar trivist væl og høvdu fingið góðar vinir.

Sum so havi eg ikki bitið merki í, at tað er so stórur munur á at læra til heilsurøktara sum til heilsuhjálpara. Lopið hevði uttan iva verið nógv størri, um eg ikki hevði arbeitt í fleiri ár sum heilsuhjálpari millum báðar útbúgvingarnar. Eg havi jú havt eina ábyrgd og fingið nógvar royndir í praksis. Størsti munurin er náttúrulæra, sum er nógv meira krevjandi til heilsurøktara. Annars er tað heilsvágslæra og at vit fara nógv meira í dýpdina við ymiskum sjúkum.

Tó er stórur munur á, hvussu undirvísingin gongur fyri seg. Undirvísingin er farin frá, at lærarar stóðu við eini bók í hondini til í dag, har power point verður brúkt í stóran mun. Eg eri serliga glað fyri, at lærararnir senda pp til næmingarnir áðrenn undirvísingina, tí so kann eg taka tey niður og skriva leiðorð á pp, meðan undirvíst verður. Mær dámar eisini betur, tá meginparturin er talgilt og vit ikki fáa eina rúgvu av fjølritaðum undirvísingartilfari. Men vit eru jú øll so ymisk; nøkur dáma betur at fáa eitt pappír í hondina og tað má mann eisini taka hædd fyri. Eg vil mæla øllum til, sum umhugsa at arbeiða við menniskjum, at hoppa útí tað og søkja inn á Heilsuskúla Føroya.

Skrivað hava: Margaret Lilaa, Maria Selfoss, Miriann Hentze og Elizaveta Volynetc, heilsuhjálparanæmingar.

Facebook viðmerkingar