Í kvøld siga teir frá sera góðum veðri og tí hava tey í Bátafelagnum Naddoddi gjørt av at skipa fyri hugnaløtu í Punthavnini.Í bátafelagnum hittast fólk kl. 17 og rigga til, áðrenn farið verður avstað. Ætlanin er at optimistjollurnar og Naddoddur eisini taka túrin yvirum fjørðin. Í Punthavnini verður bál tendrað, grillað verður og felagssangur er eisini á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin við. Bæði í egnum báti og úr landi. Einasta tey í bátafelagnum siga er eitt gott hugskot afturat, er at hava eina thermokannu við av kaffi ella the.
Ein hugnalig byrjan uppá jóansøkuvikuna – vælkomin!
Facebook viðmerkingar