Lions-listaframsýning í Handverkarahúsinum

Málningur: Finnleif Mortensen

Lions Suðuroy skipar fyri stórfingnari listaframsýning í Handverkarahúsunum á Sornhúsvegi 24.

Tað hevur eydnast Lions at savna ikki færri enn 24 listarfólk, ið antin ERU úr Suðuroynni, ella hava tilknýti til Suðuroynna.

Okkurt um 75 listarverk av alskyns slag verða at síggja leygardagin millum kl. 17-21 og sunnudagin millum kl 15 – 20.

Millum framsýnararnar eru: Martin Øster, Per Lave, Poul Olsen, Jens Hammer, Mariann Johansen, Laura Hovsgaard, Rói Einarsson, Oluffa Joensen, Katrin Einarsson, Hildur Gunnarsdóttir, Vígdis Sigmundsdóttir, Finnleif Mortensen, Ulla Bjark-hamar, Ýr Ákadóttir, René Christensen, Danjal Petur Djurhuus, Lív í Baianstovu, Sigrid Súsanna Strøm, Gunnvá Mortensen, Janus á Húsagarði, Sára Petersen, Gunnvá Bjarkhamar, TróndurNolsøe og Janus Dam Guttesen.

Lions Suðuroy er ein felagsskapur, ið savnar pening inn til vælgerandi endamál, einamest í Suðuroynni. Fyri at síggja framsýningina, verður tí eitt atgongugjald á 50,- ið samstundis eisini er ein lutaseðil til ein málning, ið René Christensen hevur málað og latið Lions.

Trekt verður sunnukvøldið kl. 20:00 og vinnarin verður kunngjørdur á Suðurrás.

Hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar