Hugnaliga Gallarí Oyggin, ið Palle Julsgart eigur og rekur, er sum siðvenja hevur verið í mong ár, partur av jóansøkuskránni. Fyri uttan hugnaliga listahavan og fantastiska Orangeríið hjá Palla, so ber til at síggja listarverk eftir Pól Skarðenni, Finnleif Mortensen og Palla Julsgart. Hugnaliga Café Art er eisini opin og ber til at keypa sær okkurt leskiligt har. Opið er fríggjadag ti og við sunnudag frá 15:00 – 20:00
Eisini á Seglloftinum ber til at síggja nøkur listarverk. Her hanga listarverk eftir Jórun S.Haraldsen, Frívør Ellefsen, Vigdis Sigmundsdóttir, Vígdis P. Høgagarð, Sunrid í Gong, Eli Smith, Magni E. Dalsgaard, Boði Haraldsen, Lív í Baianstovu og Janus á Húsagarði.
Opið er:
Tórsdag 17-22
Fríggjadag 17-22
Leygardag 12-21
Sunnudag 15 – 20
Á seglloftinum ber eisini til at keypa sær okkurt gott til matna og leskiligt afturvið.
Facebook viðmerkingar