Bilførari til bingjubil í Suðuroy

Vit søkja eftir einum bilførara til fast starv hjá IRF í Trøllavík í Suðuroy.

Uppgávurnar eru at koyra bingjubil við krana og skiftilast umframt annað fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta, at tú:

  • hevur stóra koyrikortið
  • hevur kranaloyvi ella kanst taka kranaprógv
  • ert røkin, álítandi og jalig/ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt

Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn og freist

Umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi hósdagin 15. juli.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Torfinn Mortensen, á tlf. 23 42 61.

Um IRFIRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.

Facebook viðmerkingar