Seinnapartin varð tann annars altíð róligi Guðmundur Joensen tikin á bóli í Marghøllini í Vági, har starvsfólk á Ítróttaháskúlanum, stýrið, gamlir næmingar, luttakarar á summarskeiðinum, og ein riðil av vágbingum høvdu eina “suprise” heiðursløtu fyri Guðmundi.
Guðmundur hevði seinasta starvsdag á Ítróttaháskúlanum 30. juni og fyri at heiðra og takka Guðmundi fyri hansara megnar arbeiði á Ítróttaháskúlanum varð skipað fyri heiðursløtu.
Dennis Holm, formaður í stýrinum fyri Ítróttaháskúlan, bjóðaði vælkomin og flutti eisini fram røðu og handaði eina gávu frá Ítróttaháskúlanum – ein málningur, sum Livar Nysted hevur málað, ein verkætlan, sum er gjørd í samstarvi millum Livar Nysted og Ole Wich.
Jón Brandsson flutti eisini fram røðu vegna starvsfólkini á Ítróttaháskúlanum og handaði gávu og Levi Mørk bar fram heilsu frá Vágs kommunu og handaði gávu. Nógv fólk, bæði gamlir næmingar og vágbingar annars, høvdu eisini gávu við til Guðmund.
Tað var eisini ein rørdur Guðmundur Joensen, sum flutti fram røðu – og ásannaði, at tað var ein kensluborin løta at halda seinastu røðuna á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar