Takk fyri fimm ár, sum við garanti fara í søgubøkurnar !

Hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu, har okur fara at takka Guðmundi Joensen fyri fimm heilt fantastisk ár her í Vági – fimm ár, sum við garanti fara í søgubøkurnar.

Fyri 7 árum síðani, á sumri í 2014, gekk eg m.a. her inni á Oyrunum, út á grótkastið, síðani vestur í Parkina, vestur á Vatnið og á Vágseiðið. Í høvdinum tóku tankar um ein ítróttaháskúla í Vági skap. Næstu mánaðirnar bleiv verkætlanin um ítróttaháskúla í Vági skrivað og allir smálutir, sum Mentamálaráðið kravdi, vórðu eisini skrivaðir inn í verkætlanina.

Tá komið varð út í februar í 2015 varð biðið um fund við Mentamálaráðið – og fundur varð avtalaður í mars. -Men av tilvild kom eg áðrenn fundin í Mentamálaráðnum í flogfarinum úr Danmark at sita undir liðini á Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður í Mentamálum.

Okur fingu eitt gott prát og øll ætlanin um ítróttaháskúla í Vági varð gjøgnumgingin á ferðini frá Keypmannahavn til Føroyar. -Og Bjørn tók væl ímóti hugskotinum!

Tríggjar vikur seinni var fundur í Mentamálaráðnum. Embætisverkið hevði ein sunnan skepsis til ætlanina. Fíggjarárið varð jú júst byrjað og tað var ikki víst, at tað bar til at finna umleið 1,5 mió. kr. til ein ítróttaháskúla í Vági.
Men Bjørn Kalsø hevði tikið støðu og varð greitt fyri verkætlanini og gav á fundinum tilsøgn um sín stuðul og bað okkum fara ígongd – og okur stovnaðu Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Næstu vikurnar fóru út tíðindini um Ítróttaháskúlan í Suðuroy. Nógv vóru tey, sum ristu uppá høvdið og viðmerktu á leiðini: Álvaratos, hvør skal fara til Vágs á Ítróttaháskúla?

Tær røddirnar hoyra okur ikki nógv til í dag!

Játtanin frá Løgtinginum til Ítróttaháskúlan kom tó ikki uppá pláss fyrr enn síðstu í juni í 2015, so okur náddu tí ikki at koma ígongd tað summarið – og søktu um at fáa játtanina flutta til árið eftir, og hetta varð okkum játtað.

Tá komið varð nakrar mánaðir inn í 2016 fóru okur í stýrinum – sum tá varð mannað við Danjal Bjarkhamar, Vígdis Nolsøe, John Henrik Holm, Ole Wich og undirritaða – undir at søkja eftir leiðara. Ein sera spennandi tilgongd, sum førdi við sær, at Guðmundur varð settur í starv og byrjaði 1. mai 2016 sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Eitt er at hava eina góða verkætlan á pappírinum – eitt annað er at føra slíkar verkætlanir út í verki. Og okur í stýrinum vóru fullgreið um, at okur løgdu eina stóra uppgávu á borðið, tí leiðarin burtur úr at kalla ongum skuldi skapa ein ítróttaháskúla – og er hetta ikki ein uppgáva, sum ein og hvør hevði torað at tikið á seg.

Skjótt gjørdist tó greitt, at okur høvdu fingið tann heilt rætta leiðaran.

Í einum meldri av arbeiðsuppgávum, sum millum annað fevndi um at fáa næmingar at søkja á Ítróttaháskúlan, at finna júst røttu lærararnar at arbeiða á skúlanum, at fáa øll hølisviðurskifti uppá pláss, øll amboð til taks, at fáa lagt mánaðarætlan, vikuætlan, dag- og tímaætlan og so framvegis, megnaði Guðmundur uppá heilt stutta tíð at fáa lagt allar brikkar í einum stórum putlispæli.

15. august 2016 byrjaðu fyrstu næmingarnar á Ítróttaháskúlanum – og minnist eg, at eg í røðu hendan dagin, tosaði um, at okur fóru undir at skriva eitt nýtt kapittul í føroyskari skúlasøgu.

Eg nevndi eisini, at hesin fyrsti skúladagurin í august 2016 kundi verða byrjanin til nakað stórt, sum tey, sum eftir okkum koma, fara at lesa um um 80-100 ár, eins og nógv okkara hava lisið um Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði, sum gingu undan og stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í 1899.

Man hevur altíð loyvið at droyma – og mær dámar væl at droyma um hvussu okur í felag kunnu skapa eina spennandi framtíð her á staðnum og í Føroyum sum heild. Men eg haldi ikki, at eg droymdi um, at Ítróttaháskúlin skuldi gerast so stór succes eftir so fáum árum.

-Og hetta eiga okur fyrst og fremst at takka Guðmundi fyri – og frá at eita Guðmundur Joensen, so eitur hann í dag kanska í størri mun Guðmundur á Ítróttaháskúlanum.

Eg lærdi at kenna hendan unga mannin í mai mánað fyri 5 árum síðani.

Eftir at Guðmundur varð settur í starv møttist okur fyrstu ferð í Havn at práta um hvat nú skuldi henda. -Og eftir lítla løtu var eg púra vísur í, at Guðmundur fór at lyfta hesa uppgávuna væl og virðiliga. Man næstan sá uttan á høvdinum hvørja leið tankarnir hjá honum reikaðu – og man yngsti, at man sjálvur hevði kunna farið á ítróttaháskúla.

Við einum øgiligum drive’i, spennandi og nýskapandi hugsunarhátti, einum sera opnum lyndi, og ikki minst einari jaligar tilgongd til lívið og til gerandisdagin hevur Guðmundur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Guðmundur hevur gingið undan og bygt upp eitt heilt einastandandi tilboð ungdóminum í Føroyum og uttanlands til gagns – og ikki minst Vágsbygd at frama.

Og hetta eru okur og fara okur altíð at verða tær takksom fyri.

Okur fáa í veruleikanum ikki takka tær nógv mikið. Hendan løtan í dag er ein lítil roynd, og skal eg vegna stýrið fyri Ítróttaháskúlan eisini geva tær eina lítla gávu til minnis um tíðina á Ítróttaháskúlanum í Vági.

Og skal eg at enda vegna Ítróttaháskúlan og allar vágbingar takka tær hjartaliga fyri tíðina á Ítróttaháskúlanum!

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar