Í longri tíð hevur verið arbeitt við spennandi og slóðbrótandi verkætlan um at byggja víkingaskip í Hovi. Felagið Víkingaskipið stendur aftanfyri hesa stóru verkætlan, sum umframt sjálvt víkingaskipið eisini fevnir um neyst og annað.
Felagið Víkingaskipið hevur arbeitt við at fáa fíggjarliga partin uppá pláss, og nú er greitt, at Betri stuðulsgrunnurin letur 300.000 kr. til Felagið Víkingaskipið – og eru tey í nevndini takksomu um hendan stórfingna stuðul.
Víkingaskipið skal byggjast í Hovi og verður bygt í einum stórum neystið, sum verður gjørt til víkingaskipið.
Facebook viðmerkingar