Nú kemur aftur ein nýggj øl á marknaðin frá Biskupkeldu, hesaferð ein IPA øl við navninum Johanna, sum fer í Rúsdrekkasølu Landsins í vikuni.
Johanna er ein IPA øl við íblástri frá amerikonsku IPA-traditiónini við nógvari humlu. Johanna er 7,0% í styrki. Etikettuna hevur Anker Eli Petersen teknað.
Johanna legst afturat NEIPA ølini Huldugentan, sum fór á hyllarnar í Rúsuni í mars mánað.
Navnið Johanna
Navnið Johanna stavar sjálvsagt frá sluppini Johanna TG 326, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági síðani í 1894, tá Jákup Dahl keypti sluppina í Grimsby og hon fekk navnið Johanne, og var hetta fyrsta skip sum Dahl á Gørðunum í Vági átti.
Johanna varð brúkt sum fiskiskip inntil í 1972, tá hon varð løgd. Í 1980 keypti ein áhugabólkur Johannu fyri 1 krónu, tók hana upp á turt og setti hana í sama stand, sum tá hon kom til landið í 1894. Mesta av arbeiðinum varð framt av sjálvbodnum vágbingum og verður sluppin Johanna enn í dag rikin av felagnum Johanna TG 326.
Facebook viðmerkingar