Orsaka av øktu smittustøðuni í løtuni, verður mett at tað ikki er ráðiligt, at skipa fyri Ljósfest í døgunum 16., 17. og 18. juli í Vági. Somuleiðis eru øll tiltøk í vikuni upp undir festina eisini avlýst, undantikið framsýningin hjá SEV í Miðlatúni (meiri kunning kemur).
Tað harmar okkum almikið at kunngerða hetta og at kunngerða tað so seint, men okur hava bíða sum longst og fylgt væl við, hvussu støðan viðvíkjandi korona hevur útvikla seg. Vágs kommuna og SEV binda tí um heilan fingur og velja at útseta Ljósfestina.
Arbeitt verður við, at skipa fyri Ljósfestini í heyst.
Vágs kommuna og SEV
Facebook viðmerkingar