Framsýning: Elorka í Føroyum í 100 ár

Í dag, týsdagin 13. juli, letur upp áhugaverd framsýning í Miðlatúni. Talan er um elorkusøguna í Føroyum seinastu 100 árini. Framsýningin tekur útgangsstøði í 1921, tá Verkið í Botni byrjaði at framleiða streym.

Framsýningin var upprunaliga partur av Ljósfestini, sum skuldi verða komandi vikuskiftið, men sum nú er útsett.

Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni og stendur frammi til leygardagin 16. juli.

Miðlatún er soleiðis opið:

Mánadag: 10.00-18.00

Týsdag-fríggjadag: 10.00-16.00

Leygardag: 10.00-14.00

Facebook viðmerkingar