Í summar hevur Fornminnafelagið í Porkeri skipað fyri nøkrum kafékvøldum í Skemmukrambúðini.
Undirtøkan hevur verið góð, og fólk hava spurt, nær kafékvøld verður aftur.
Ónsdagin 11.august verður aftur kafé í Skemmukrambúðini frá kl 17 til 20.
Fornminnafelagið hevði ætlanir um at hava kafé í summarhálvuni, og á vári 2020 hevði felagið samband við fólk, ið høvdu hug at at standa fyri og royna hetta, men so kom sóttin, og ætlanirnar vórðu útsettar.
Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Fornminnafelagið keypti Skemmukrambúðina og umvældi hana, so hon nú aftur stendur sum ein prýðiligur bygningur í bygdini.
Tað vóru Garðamenninir í Vági, sum bygdu Skemmukrambúðina sum úthandil í 1898. Seinni varð hon so bygd størri eystureftir. Nógv virksemi var í samband við Skemmukrambúðina. Umframt at selja alla vanliga varu, so tók hon eisini móti fiski frá útróðrarbátunum í Porkeri. Fiskurin varð flaktur og saltaður í kjallaranum. Hann varð vaskaður og turkaður á fiskaplássinum niðanfyri krambúðina. Í Slóðini nr 3 – november 2012 hevur Lars Djurhuus skrivað eina grein um Krambúðina í Skemmuni.
Myndirnar hevur Majken Sandá tikið
Facebook viðmerkingar