Sirið fingið svar uppá spurningar um Suðuroyartunnilin

Svar uppá fyrispurning nr. 52-003/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Suðuroyartunnilin.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at kalla inn til fundar um politiska semju umSuðuroyartunnilin?

2. Hvussu gongur við undankanningunum til Suðuroyartunnilin,og nær eru tær lidnar?

3. Nær kann væntast, at klárt er at bora?

4. Er ætlanin framvegis, at peningur fyrst skal játtast frá 2025?

5. Kemur ætlanin, at tað skal vera koyrandi í 2030 at halda?

Svar til fyrispurning nr. 1
Støða er ikki tikin til, nær flokkarnir verða kallaðir saman at viðgera verkætlanina Suðuroyartunnilin og ymiskar týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við hana. Fleiri av viðurskiftunum kunnu illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum. Miðað verður eftir einari felags semju um Suðuroyartunnilin eins og gjørt varð í sambandi við Eysturoyar-og Sandoyartunnilin.

Svar til fyrispurningnr. 2
Undankanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við Suðuroyartunnilin ganga eftir ætlan. Tað hevur gingið væl at gera seismiskarkanningar og at gera borihol til kanningar av jarðfrøðini bæði í 2020 og 2021. Kanningarnar eru kortini ikki liðugt greinaðar og viðgjørdar enn. Neyðugt verður at kanna úrslitini betur og at kanna úrslitini frá jarðfrøðiligu kanningunum í 2020 og 2021 saman. Arbeitt verður eisini við at kanna búskaparliga partin av verkætlanini við samfelagsligum-, kostnyttu-og CO2-greiningum. Ætlanin er eisini at kanna møguligar fíggingarleistir í sambandi viðverkætlanina. Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting), náttúru- og fornfrøðikanningar v.m., og ætlanin er eisini at byrja tað arbeiðiðí 2021. Gongur alt væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka óvæntað viðurskifti seg ikki upp, verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í ár og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.

Svar til fyrispurning nr. 3
Til ber ikki at siga við vissu, nær klárt verður at bora Suðuroyartunnilin. Hetta er millum annað treytað av, hvussu tað fer at ganga at gera tær undankanningar og fyrireikingar, sum eru eftir at gera, og av hvussu tað fer at ganga at fíggja verkætlanina og at prosjektera tunnilin.

Svar til fyrispurning nr. 4
Løgtingið hevur játtað 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar í sambandi við Suðuroyartunnilinfrá 2020. Landsstýrið hevureisini á langtíðarløguætlanini hjá landinumfrá 2025 sett 100 mió.kr.árliga av til partafelagið, sum ætlandi skal standa fyri verkætlanini.Landsstýriðog samgongan hava ikki ætlanir um at broyta hesa raðfesting.

Svar til fyrispurning nr. 5
Politiska ynskiðer, at koyrandi verður í 2030. Enn er ov tíðligaat siga við vissu, um tann ætlanin heldur.Tinganes, 13. august2021Jørgen NiclasenLandsstýrismaður í fíggjarmálum.

Facebook viðmerkingar