Boða frá um at fáa part av nýtslugjaldi 2017

Rættindahavar, ið Fjølrit umboðar – tekst, mynd og nótar – kunnu nú boða frá um at fáa part av nýtslugjaldinum frá 2017. Rættindahavar senda inn upplýsingar við at fylla út frymilin “Skifti av nýtslugjaldi 2017” á heimasíðuni hjá Fjølrit. Puljan stavar frá pengum, sum eru fyrnaðir, tí meira enn 3 ár eru liðin, síðan verkini vórðu brúkt. Allir rættindahavar innan nevndu øki, bæði limir og ikki-limir í limafeløgum Fjølritar, kunnu boða frá um at fáa part, um tey lúka ásettu treytirnar. 

Upphavsrættarlógin leggur dent á, at peningurin, sum kemur inn, er ikki stuðul, men løn fyri útinnt arbeiði. Tí er tað ein treyt, at upphavsfólkið skal hava givið eitt verk út fyri 31. desembur 2016, so tað er sannlíkt, at útgivna verkið kann vera brúkt í undirvísing í 2017.

Fyri at stimbra ringrásina, har rættindahavi ger verk, ið lærari brúkar í undirvísing, sum avvarandi av undirvísingarstovnum rindar rættindahava fyri gjøgnum Fjølrit – og á tann hátt eggjar rættindahava til at skapa fleiri verk, sum lærari kann brúka – er tað ein treyt, at rættindahavi er í holtur við eina nýggja verkætlan.  

Nýtslugjaldið verður býtt javnt millum allar fráboðanir, ið lúka treytirnar.

Nýtslugjaldið stavar frá brúki av vardum verkum í øllum skúlaøkinum (fólkaskúla, musikkskúla, miðnámi, hægri lestri, kvøldskúla o.s.fr.) í tíðarskeiðinum 1. januar til 3. august 2017.   

Eftir samráðingar millum Fjølrit og Uttanríkis- og Mentamálaráðið, sum varðaði av allari undirvísing á fíggjarlógini um tað mundið, samdust partarnir um at seta upphæddina til 200.000 kr. um árið fyri tíðarskeiði 1. januar 2014 til 3. august 2017. Núverandi avtala millum Fjølrit og Uttanríkis- og Mentamálaráðið kom í gildi 4. august 2017. Puljan fyri tíðarskeiðið 1. januar til 3. august 2017 er á 106.666,40 kr, eftir at 20 % eru tikin burturav til umsiting. 

Freistin at senda fráboðan er sett til kl. 15.00 fríggjadagin 10. septembur. Svar um endaliga upphædd verður sent um tvær vikur eftir, at freistin er úti. 

Facebook viðmerkingar