Gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni hevur seinastu árini verið rættiliga støðug, fólkatalið tykist at hava stabiliserað seg rundan um 4.600 fólk; 1.000 fólk færri enn fyri 20 árum síðani, og 500 fólk færri enn fyri 10 árum síðani.
Í 12 mánaðartíðarskeiðinum frá 1. des. 2016 til 1. des. 2017 vaks fólkatalið í teimum trimum syðstu kommunum í Suðuroynni, Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunu. Størsti vøksturin var í Porkeris kommunu, har fólkatalið vaks við 22 ella við 7,5%. Fólkatalið í Vágs kommunu vaks við 14, svarndi til ein vøkstur á 1,0%, meðan fólkatalið í Sumbiar kommunu vaks við 7, svarandi til 2,0%.
Í hinum kommununum, Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins og Hovs kommunu minkaði fólkatalið í nevnda 12 mánaðar tíðarskeiði.
Størsta minkingin var í Hvalbiar kommunu, har fólkatalið minkaði við 11 ella við 1,6%. Í Tvøroyrar kommunu minkaði fólkatalið við 7, svarandi til 0,4%. Í Fámjins kommunu við 2 ella 2,4% og í Hovs kommunu við 6, svarandi til 5,8%.
Fólkatalið í Suðuroynni vaks í tíðarskeiðinum frá 1. des. 2016 til 1. des. 2017 við 17 og er tað ein vøkstur á 0,4%. Sama tíðarskeið vaks fólkatalið í Føroyum sum heild við 1,4%.
Les eisini meiri her á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.
Facebook viðmerkingar