Við kappingarbyrjan gjørdi FC Suðuroy avtalu við norska áleyparan Christian Njøten, sum kom frá norska felagnum Nordstrand IF. Men tann avtalan er nú endað.
Christian fekk ein skaða í seinasta dysti áðrenn summarsteðgin og hevur síðan tað bert spælt fáar minuttir við 1. deildarliðnum hjá FC Suðuroy – og ynskti sjálvur at sleppa heimaftur til Norra. Og í semju við FC Suðuroy varð avtalan endað og Christian Njøten fór í vikuskiftinum aftur til Norra.
Facebook viðmerkingar