Magnus Rasmussen avloysir Helga Abrahamsen í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum

Í morgun varð boðað frá, at eitt skifti fór at verða gjørt í landsstýrinum og á tíðindafundi kl. 10 boðaði løgmaður frá, at Helgi Abrahamsen fer frá sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum og fer aftur í løgtingið. -Og at Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, verður nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Samstundis verða broytingar gjørdar í nevndarbýtinum hjá Sambandsflokkinum í løgtinginum. Nýggjur formaður í fíggjarnevndini fyri Magnus Ramussen, sum nú fer í landsstýrið, verður Erhard Joensen. Helgi Abrahamsen fær sæti í rættarnevndini, og Edva Jacobsen verður limur í rættarnevndini.

Facebook viðmerkingar