Í samband við at Helgi Abrahamsen hevur lagt frá sær sum landsstýrismaður og Magnus Rasmussen er komin í hansara stað í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, so er eisini gjørt ein broyting í nevndarbýtinum hjá Sambandsflokkinum í løgtinginum.
Magnus Rasmussen hevur verið formaður í Fíggjarnevndini í løgtinginum, men nú hann fer í landsstýrið, verður Erhard Joensen formaður í Fíggjarnevndini.
Erhard Joensen varð fyri fyrstu ferð valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin við løgtingsvalið í 2019.
Facebook viðmerkingar