At duga 1. hjálp kann verða avgerandi í átrokandi støðum, ikki minst tá man dagliga hevur við børn at gera.
Í dag hava lærarar í Hvalbiar skúla fingið undirvísing í 1. hjálp frá Jastrid á Dul Sørensen og Elken Bech. Báðar eru úr Porkeri og undirvísa á Heilsuskúla Føroya við Skúladepilin í Suðuroy. Í Hvalba lata tey væl at dugnaligu undirvísarunum.
Umframt 1. hjálp, so varð eisini í steðginum borðreitt við góðum breyði frá Randi Petersen.
Facebook viðmerkingar