Leygardagin 28. august verður landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum hildin í Marghøllini í Sørvágs skúla.
Landsfundurin verður settur kl. 09.30. Á skránni verður millum annað gestarøða, sum í ár verður hildin av Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum, formansrøða hjá Akseli V. Johannesen og politiskt orðaskifti. Landsfundurin endar kl. 17.00.
Allir limir hava møti- og talurætt á fundinum. Skrá annars sambært lógum floksins.
Javnaðarflokkurin
Facebook viðmerkingar