Sjavsurin byrjaður aftur

Eftir ein steðg í summar, er sjavskappingin hjá Suðuroyar Sjavsfelag byrjað aftur og fyrsta umfar eftir summarfrítíðina varð farna tórskvøld. Talan var um 23. umfar og hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Muller og Thomar Hermanssen, 1 stig hvør

Úrslitið førir við sær, at Jákup Joensen nú er á odda í sjavskappingini við 29 stigum, meðan Hans Jacob Bech, Egill Steintórsson og Páll Lervig á 2. plássi hava 28 stig.

Fulla yvirlitið yvir støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Sum vant verður sjavur spældir hvørt tórskvøld í VB-húsinum og tað er kl. 18.30 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar