Bungur á Bøgøtu í Vági

Fyri at bøta um ferðslutrygdina í Vágs Kommunu varð í apríl samtykt í Ferðslunevndini og Teknisku- og Umhvørvisnevndini at bungur skulu setast upp á Bøgøtu. Og nú hevur tekniska toymið hjá Vágs kommunu sett upp ferðtálmandi bungur á Bøgøtu.

Endamálið við ferðtálmandi bungunum er at taka ferðina av bil- og skutara-ferðsluni á hesum vegastrekki, har nógv børn og ung hava dagliga gongd, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Facebook viðmerkingar