Sjórænaradagur við MS Thorshavn í Tjaldavíkshólmi leygardagin 28. august.
Í 2015 varð skipað fyri sjórænaradegi úti í Tjaldavíkshólmi, ið hovbingar eiga. Hetta var ein frálíkur dagur, við einari rúgvu av glaðum børnum. Leitað varð kring hólmin eftir skattinum og uppgávur og spurningar skuldu loysast.
Nú ætla vit at endurtaka frálíka tiltakið og hovbingar hava aftur verið okkum beinasamir og játtað okkum at brúka hólmin, hóast seyður er á honum í løtuni.
Lagt verður til brots av Hvítanesi kl. 14:00 við MS Thorshavn. Umborð verða sjórænarar úr Suðuroyar Sjónleikarfelag, ið veruliga vita hvat tað vil siga at vera sjórænari og fara hesir at fáa børnini í rætta lagið, ávegis út í hólmin. Á túrinum út sleppa foreldur ikki við, tí av tí at avmarkað er hvussu nógv fólk Thorshavn kann taka við, so halda vit at hesin túrur skal vera fyri børnini. Tey foreldur, ið ynskja út í hólmin, verða í staðin sigld yvir um við rib-bátinum hjá Thorshavn, frá brúnni í Tjaldavíkini.
Á hólminum verður so væl dámda skattajagstranin og aftaná verður ein biti og okkurt afturvið at fáa. Møguliga verður eisinini felagssangur. Farið verður av hólminum aftur uml. kl. 17:00.
Tiltakið verður sjálvandi einans til nakað um tað viðrar, annars heita vit á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at royna sum best at líkjast sjórænarum.
Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til áðrenn, tí avmarkað er, hvussu nógv vit kunnu bjóða út henda dag.
Børn í aldursbólkinum 6 -10 ár kunnu meldast til við at senda teldupost til bn@tvoroyri.fo ella við at ringja 214614 í vanligari arbeiðstíð frá 9-15. Viðmerkið navn og aldur á barninum.
Seinasta freist at melda seg til, er fríggjadagin 27. August kl. 15:00.
Facebook viðmerkingar