Nú verður ein roynd gjørd at skipa bústaðarviðurskiftini fyri næmingar á Heilsuskúla Føroya betur. Endamálið er, at næmingar skulu hava lættari við at finna bústað og at hesir upplýsingar kunnu finnast á einum og sama staði á alnótini.
Tey, sum hava bústaðir – kømur, íbúðir ella hús – til leigu í Suðuroynni og vilja leiga út til næmingar á Heilsuskúla Føroya, hava nú møguleika til at fáa tað lýst á einum felags portali.
Tú kanst senda tínar upplýsingar í einum telduposti til Heilsuskúlan á: heilsuskulin@skulin.fo
Okkum tørvar hesar upplýsingar:
- Navn á útleigara
- Telefonnummar og teldupostadressu
- Adressa á leigubústaði
- Slag av bústaði
- Um talan er um hús, hvussu nógv kømur eru og um tit ynskja
at leiga húsini út til familjur (bólkar) ella til einstaklingar (sum einkult kømur).
Ein ella fleiri kunningarstovur í Suðuroynni koma at umsita listan yvir bústaðir, men ikki at umsita leiguna; sostatt verður tað ókeypis hjá útleigarunum at hava sínar upplýsingar á portalinum.
Facebook viðmerkingar