Vágs kommuna: Vágs Kommuna hevur í útvið hálvt annað ár arbeitt við eini royndarverkætlan við lívrunnum tilfarið frá húsarhaldsburturkasti. Hendan verkætlan heldur nú uppat og verður komandi tíðina eftirmett.
Endamálið við verkætlanini var, at gera sankutøð burtur úr lívrunnum tilfari, sum frammanundan var latið í gráa posan hjá IRF, og sum annars fór víðari til brennistøðina á Hagaleiti.
Uml. 38 húsarhald hava verði við í verkætlanini, har alt lívrunni hevur verði samlað í spannir, sum Vágs kommuna síðan hevur innheinta, og víðari arbeitt til sankutøð.
Arbeitt hevur verði í eini afturlatnari skipan við fiskakørum. Lívrunnað tilfarið, verður í fiskakørum blandað saman við træspónum og tøðum.
Tíðarskeiðið, frá lívrunnum tilfarið til sankutøð, tekur áleið 6 mánaðir, og verður tilfarið vent í fiskakørunum við jøvnum millumbilið.
Kommunan hevur í samband við verkætlanina skrásett innheintingar og viðgerina av lívrunna tilfarinum.
Hagtøl frá verkætlanini vísa, at í miðal er grái posin lættnaður uml 4 kg hjá hvørjum húsarhaldi, ið hevur verði við í verkætlanini.
Í Vágs Kommunu eru áleið 500 húsarhald, og mett verður, at Vágs Kommuna ikki hevur umstøður ella amboð, at handfara nøgdinar av lívrunnum tilfari frá øllum húsarhaldum.
Um hetta skal setast í verk fyri alla kommununa, má ein onnur loysn finnast á innheinting og víðari viðger av tí lívrunna, og mett verður at hetta ikki er ein uppgáva kommunan megnar sjálv.
Vágs Kommuna fer eftirmeta verkætlanina og væntandi verður ein niðurstøða liðug í heyst.
Vágs Kommuna takkar borgarum sum hava luttikið í skipanini.
Facebook viðmerkingar