Framhaldandi fólkavøkstur á Tvøroyri

Seinasta árið er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30 – Síðan januar 2020 er fólkatalið vaksið við 59, og fegnast kommunan um, at ein stórur partur av teimum eru barnafamiljur

Fríggjakvøldið 27. august varð enn einaferð skipað fyri tilflytarakvøldi í Tvøroyrar kommunu í skúlahøllini í høllini í Trongisvági.

Siðvenja er í Tvøroyrar kommunu, at nýggir borgarar verða boðnir til eitt hugnakvøld, borgarstjórin og varaborgarstjórin heilsa uppá, røða verður hildin, og gávur verða handaðar. Kommunan bjóðar kaffi, te og afturvið, og eisini er okkurt til børnini. Kantinan, v. Anitu Farstad, stóð fyri hesum partinum fríggjakvøldið, og Uni Debess, ið eisini er búsitandi á Tvøroyri, spældi nøkur løg.

– Hóast vit høvdu tvey tílík tiltøk í mars, só vóru heili 27 fólk boðin við til løtuna fríggjakvøldið. Til felags hava hesi, at tey antin eru fødd seinasta árið, ella eru flutt til kommununa og hava ikki búð her áður. Tey nýføddu fingu eina heilsan frá borgarstjóranum, saman við ævintýrunum hjá H.C. Andersen og eina konfekteskju. Hini fingu gávukort til onkra av matstovunum í býnum og eina konfekteskju frá dugnaligu Mariann Mikkjalsdóttir í Trongisvági, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

– Kvøldið eydnaðist sera væl, hóast øll tey innbodnu ikki kundu vera við. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, handaði, vegna Tvøroyrar kommunu, gávurnar og helt eisini eina røðu.

Ætlanin er at halda fram við tilflytarakvøldunum við jøvnum millumbilum, og fólkavøksturin á staðnum er at fegnast um, sigur kommunan. Tey merkja væl øktan áhuga frá fólki, sum ynskja at flyta til Tvøroyrar.

Seinastu 12 mánaðirnir er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30, seks flytingar liggja harafturat klárar at fremja 1. september, og eru eisini fleiri ávegis.

Samanborið við 1. januar 2020 eru 59 fleiri borgarar á Tvøroyri í dag, og stórur partur av hesum eru barnafamiljur.

Í kommununi eru, sambært hagtølunum, 24 børn undir eitt ár. Nøkur teirra eru flutt hartil, men meginparturin – 22 – eru fødd av borgarum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnir, og er hetta væl yvir miðal barnsburðartalið.

Í dag er fólkatalið í kommununi 1.766, sambært Landsfólkayvirlitinum.


Fleiri myndir av tiltakinum, eru at síggja á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her  Tvøroyrar Kommuna | Facebook

Facebook viðmerkingar