Jens og Jacob vunnu 24. umfar í sjavs

Tórsdagin 26. august var 24. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag og hetta umfarið vunnu Jens Mørk og Jacob Sofus Kjærbo.

Úrslitið av umfarinum var:
Nr. 1. Jens Mørk og Jacob Sofus Kjærbo, 4 stig hvør
Nr. 2. Fredrik Ludvig og Petur Gærdbo, 3 stig hvør
Nr. 3. Elna Poulsen og Sámal Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 2. sept., og spælt verður vesturi í VB-húsinum kl.18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar