Vælkomin á Dagtilhaldið á Hamragarði

Hjá heimabúgvandi pensjónistum er tað møguligt at koma á dagtilhald  ein ella fleiri dagar um vikuna.

Um borgarin ikki hevur møguleikan at koma sjálvur,  kann hann blíva avheintaður í bili.

Dentur verður lagdur á at hava eitt mennandi og trygt umhvørvi við sosialari samveru.

Í dagtilhaldinum er ymiskt á skránni sum t.d. likamlig venjing, sangløtur og útferðir.

Borgarar, sum ganga á dagtilhaldinum, eru við til at mynda innihaldið í degnum.

Dagsprísurin er kr. 80,- íroknað er morgunmatur, døgurði, drekka. Við koyring er prísurin kr. 100,-.

Umsóknarbløð kunnu fáast á skrivstovuni ella á heimasíðuni hjá Bú- og Heimatænastuni: bhs.fo.

Um tygum ynskja at vita nærri um Dagtilhaldið, eru tygum vælkomin at ringja til Lóu ella Lydiu á tlf. 793590.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

Facebook viðmerkingar