Vit hava eina spennandi skrá fyri ”Virkin Hvalba & Sandvík”. Nøkur tiltøk eru afturvendandi hvørja viku, og onnur eru einaferð.
Vikurnar eru deildar upp í 4 ymisk høvuðsevnið, har endamálið er at verða virkin, hugbundin og saman.
Sjódypp verður hvønn Týsdag, tórsdag og leygardag kl 19.00 allan september . Um fari verður oftari, kann tað síggjast á Facebooksíðuni ”Havsvimjing í Hvalba”. Av trygdaráðum, skulu altíð verða minst tveir persónar við.
Heilsufótbóltur er hvørt mána- og onskvøld kl 19.00
Kurvabóltur er fyri 40+ hvørt tórskvøld kl 20.00 í Hvalbiar skúla
Royn skipar fyri uttandurða heilsufótbólti fyri øll hvønn leygardag í september. Lýst verður við tíðspunktunum seinni.
Vika 35 – FólkaHeilsa
Onsdagin 1.septembur frá kl 18.30 til 20.30 hava øll møguleika at blíva máld og vigaði inni í Roynhøllini. Tað eru starvsfólk frá fólkaheilsuráðnum sum skipa fyri hesum.
Leygardagin 4. septembur kl. 15.00 verður túrur gjørdur til Ritiskorð. Møtt verður í Giljum í Hvalba – Poul J. Jespersen skipar fyri.
Fríggjadagin 3.septembur kl 18.30 – ADHD felagið og Sinnisbati halda fyrilestur í Hvalbiar skúla. Hvalbiar kommuna bjóðar kaffe/tea og frugt.
Vika 36 – Útivika
Ein góðveðursdag hesa vikuna verður gingið eftir gomlu bygdagøtuni frá Sandvík til Hvalbiar – Thorstein Thomsen skipar fyri. Lýst verður við hesum á Facebook síðuni hjá Hvalbiar kommunu
Tórsdagin 9.septembur kl 19.00 skipar Bergið fyri kapping í at bøta trol. Vinnarin vinnir eitt steyp.
Fríggjadagin 10.septembur er fiskikapping. Einasta treyt er, at fiskurin skal fangast við tráu frá landi hendan dagin. Møguleiki er at viga fiskin í Pakkhúsini á Gomlukaj millum kl 20.00 – 21.00. Tann sum fangar tyngsta fiskin vinnur eitt steyp
Leygardagin 11.septembur frá kl 13.00 skipar Sløkkiliðið fyri spennandi tiltakið úti á Bíargarði. Møguleiki er at síggja og hoyra allir bilarnir hjá Sløkkiliðnum, og so verður skúmbað til børnini.
Frá kl 15.00 – 17.00 Vísur Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag nýggju stásiligu húsini í Agnavík fram. Møguleiki er eisini at sleppa ein siglitúr við Royndini.
Vika 37 – Umhvørvisvika
Ein góðveðursdag hesa vikuna verður gingið eftir gomlu bygdagøtuni frá Hvalba til Trongisvágs. Eir Jógvansdóttir Norðberg skipar fyri. Lýst verður við túrinum á facebooksíðuni hjá Hvalbiar kommunu
Hvalbiar Skúli og Dagstovnurin Brosið skipa fyri rudding í nærumhvørvinum og setur evni á breddan alla vikuna
Mánadagin 13.septembur verðru fyrilestur í Hvalbiar skúla frá kl. 19.00 -20.00 ”skilir tú” IRF. Kommunan bjóðar kaffe/tea og frugt
Leygardagin 18.septembur verður Rudda Føroyar. Dagurin byrjar við felags morgunmatið í Roynhøllini og í Ranhøll frá kl 9.30. Eftir hetta fara vit runt alla soknina at rudda.
Tórsdagin 20.septembur kl 19.00
Fornminnisfelagið hevur opið hús hvønn dag hesa vikuna frá 15.00 til 19.00
Vika 38 – Spælivika
Eldrahugnin hevur bingo í Missiónshúsinum týsdagin 21. september kl 17.00
Intro til Linedans við Eyðbjørg Ellendersen verður í Roynhøllini onsdagin 22. september kl 19.00. Um áhugið fyri hesum er nógv stórur, verður Linedansur eitt tilboð í kvøldskúlanum veturin 2021/2022
Onskvøldið 23.septembur kl. 19.00 heldur Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum fyrilestur í Hvalbiar skúla um fólkaheilsu. Kommunan bjóðar kaffe/tea og frugt
Barnadiskotek (1.-9.flokkur) verður í Ranhøll fríggjakvøldið 24.septembur 19.00-22.00 kostnaður 20kr
Leygarkvøldið 25. septembur skipar Nýggjársnevndin fyri ”Syngið við kvøldið” í Roynhøllini kl.19.00. Ørvarroddar grilla grís og lamb, okkurt leskiligt verður omaná og dansur verður aftaná við Hans Jacob Hjelm. Lýst verður við hesum seinni.
Tórsdagin 30.septembur verður aftur møguleiki at verða vigaður og máldur í Roynhøllini. Folkaheilsuráði skipar fyri hesum.
Facebook viðmerkingar