Útnorðurráðið: Økið samstarvið um umhvørvið og veðurlagsbroytingar, og um fjarundirvísíng

Útnorðurráðið hevði í vikuni árliga fundin í Føroyum og hesaferð varð fundurin hildin í Vági.

Útnorðurráðið er mannað við 6 fólkavaldum umboðum úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og er tað eisini vanligt, at landstýrisfólk, umboð frá Norðurlandaráðnum, Norra, og Russlandi eisini luttaka sum eygleiðarar á fundunum hjá Útnorðurráðnum.

Fundurin í Vági var hin fyrst har Útnorðurráðið aftur møttist á einum stað, eftir at fundirnar hava verið ávirkaðir av Covid19 støðuni.

Á fundinum í Vági samtykti Útnorðurráðið tvær tilráðingar til landsins leiðslu í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

1. Samstarvið millum landsstýrini um umhvørvið og veðurlagsbroytingar skal styrkjast.
2. Grønland, Ísland og Føroyar skulu økja samstarvi um at stovna og menna fjarundirvísingarmøguleikar í Útnorði.

Facebook viðmerkingar