Komandi mánakvøld kl. 19 fer Kirkjukórið Ljómur undir at venja heystskránna. Eftir fleiri ár við skiftandi kórleiðarum hevur kórið nú fingið ein fittan og dugnaligan kórleiðara, Benjamin Gaasedal, at stjórna kórinum. Benjamin hevur drúgvar royndir m.a. frá Húsakórinum og MPIRI í Keypmannahavn og fleiri kórum, sum hann hevur stjórnað norðanfjørðs.
Okur gleða okum til at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir mánakvøldið 13. septembur kl. 19 í Vágs kirkju!
Eftir drúgva tíð við korona, sóttarhaldum og elendigheit er tað heilsubót fyri sál og likam at koma saman aftur at syngja. (…sigur Ljómur í einum tíðindaskrivi)
Facebook viðmerkingar