Undirsjóvartunlar í eitt felag og nýggjan fíggingarleist

Við Suðuroyartunnlinum fáa Føroyar eitt vegakervið í heimsklassa, har 99% av føroyingum skjótt og lætt kunnu ferðast kring alt landið. Hetta er eitt av heilt týðandi vælferðarframstigunum í Føroyum í nýggjari tíð – og vælferðartilboð og -tænastur hava vit søguliga øll fíggjað saman.

Undirsjóvartunlarnir eiga allir at leggjast í eitt Tunnilsfelag. Tá fara fleiri enn 6 mió. bilar at brúka tænastuna hjá Tunnilsfelagnum hvørt ár.

Hildið verður áfram við kendum tættum í verandi fíggingarleisti av undirsjóvartunlum við landskassa-innskoti og brúkaragjaldi, men eitt grundgjald eigur at verða lagt afturat, sum gevur rúm fyri lægri prísum gjøgnum nýggjastu undirsjóvartunlarnar.

Við hesum fær Tunnilsfelagið inntøkur á omanfyri 400 mió. kr. um árið, sum verður trygt grundarlag undir rakstrinum av undirsjóvartunlunum og afturgjald av skuld hjá felagnum.

Almennar tænastur og tilboð uppbygd av okkum øllum

Søguliga eru at kalla allar almennar tænastur og flest øll almenn tilboð í Føroyum uppbygd av okkum øllum, av okkum borgarum í samfelagnum. Landið hevur bygt upp tænastur og tilboð, har sjálv íløgan og størsti parturin av rakstrinum er fíggjaður umvegis inntøkur landskassans, millum annað við persónsskatti frá borgarum í landinum. Vit, borgarar í landinum, hava síðani brúkt og brúka framvegis almennar tænastur og tilboð, í flestu førum ókeypis ella fyri symbolskt gjald.

Hetta er millum annað galdandi fyri flest allar tænastur hjá heilsuverkinum, fyri tilboð um skúlagongd í fólkaskúla, miðnámsskúla og á hægri lestri, fyri eina røð av almanna veitingum – og ikki minst galdandi fyri møguleikan hjá okkum øllum at flyta okkum kring landið frá einum staði til annað við bili, bussi, ferjum ella við tyrlu.

Infrakervið avgerandi fyri menningina av samfelagnum

Nettupp útbyggingin av infrakervinum í Føroyum, sum m.a. fevnir um vegasamband millum bygdir, berghol gjøgnum fjøll, brýr og byrgingar millum oyggjar, undirsjóvartunlar undir firðir og sund, havnaløg og ferjur, tyrlupallar og tyrlur, hevur havt avgerandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum.

Útbyggingin av infrakervinum hevur ført við sær, at vit skjótt og lætt kunnu flyta okkum frá einum staði í landinum til annað – ókeypis ella uttan stórvegis kostnað. Somu viðurskifti eru galdandi fyri flutning av vørum og tænastum, sum lætt og skjótt kunnu flytast kring landið, og er hetta grundarlag undir einum týðandi parti av effektiviseringini og menningini av samfelagnum.

Eitt væl útbygt vegasamband tryggjar eisini, at fólk kunnu velja at búseta seg kring landið uttan at hugsa um at fáa arbeiði á staðnum, har tú býr – vit kunnu velja at seta búgv á einum stað og koyra til arbeiðis á øðrum stað – og gera tað !

Góða vegasambandið tryggjar eisini, at vinnufyritøkur í lítlan mun eru kroystar til at miðsavna seg á sentralum stað, tí bæði rávørur og lidnar vørur lætt og ómakaleyst kunnu flytast aftur og fram eftir føroyska veganetinum.

Megnar framstig við undirsjóvartunlum

Seinnu árini hevur menningin av føroyska infrakervinum við undirsjóvartunlum gjørt stór lop, sum eisini hava ført við sær megnar framstig fyri borgarar og fyritøkur í samfelagnum.

Við undirsjóvartunlum eru vit farin frá ferjunum um Vestmannasund og Leirvíksfjørð, sum sigldu avmarkað túratal hvønn dag, har tað vóru langar bíðirøðir í Vestmanna og við Oyragjógv, og á havnarlagnum í Leirvík og í Klaksvík. Við ferjum tók ferðin um Vestmannasund og Leirvíksfjørð eini 30 minuttir ella meiri og kostnaðurin fyri bilar og fólk var væl hægri enn hann er ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í dag – og ikki minst hevði sjálv bíðitíðin eisini “ein prís”.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hava ført við sær, at vit í dag hvønn minutt á degnum kunnu velja at fara ein biltúr av Norðskála vestur í Vágur ella úr Kvívík norður til Klaksvíkar. Á leiðini eru ongar bíðirøðir og tað tekur bara nakrar minuttir at koyra “um Vestmannasund” og “Leirvíksfjørð” og kostnaðurin er lágur.

Hetta frælsið at kunna fara tá tú hevur hug ella tørv á tí, uttan at hugsa um fráfaringartíðir, bíðirøðir ella ferðatíð um fjørðin, hevur ført við sær munandi effektivitets-øking í samfelagnum. Ongar beinleiðis mátingar eru gjørdar av hvønn búskaparliga týdningin Vága- og Norðoyatunnilin hava, men greitt er, at hetta hevur havt jaliga ávirkan á fólkatal í økjunum og á tann hátt eisini á lokal búskapin, og ikki minst hava undirsjóvartunlarnir báðir havt jaliga ávirkan á fyritøkur og møguleikan fyri at fáa vørur og tænastur og arbeiðsmegi til og frá økjunum – hetta økjunum og føroyska búskapinum til fyrimuns.

Eysturoyar- og Sandoyartunnilin fara eisini at hava somu ávirkan – og eru árinini eisini longu í økjunum sjónlig við veksandi fólkatali við øllum teimum jaligum avleiðingunum, sum tað førir við sær. Somu viðurskifti verða galdandi, tá farið verður undir Suðuroyartunnilin.

Við Suðuroyartunlinum verða 99% av Føroyafólki knýtt saman í eitt og sama vegakervið, soleiðis at koyrandi verður úr Sumba til Skálavíkar, vestur til Gásadals og norður til Viðareiðis og suðuraftur, uttan at hugsa um ferðaætlan hjá Smyrli ella Teistanum.

Vit vilja Suðuroyartunnilin, men hvussu skal hann fíggjast?

Politiska kjakið seinastu árini hevur greitt víst, at tað er ein heilt stórur meiriluti fyri at fara undir Suðuroyartunnilin – stuðulin í Løgtinginum er helst tætt við 100%. Játtan er eisini sett av til at gera forkanningar og leggja eina ætlan fyri linjuføring og tilhoyrandi vegasamband á landi í Suðuroynni og í Sandoynni.

Ivamálini um Suðuroyartunnilin snúgva seg í størstan mun um fíggjarliga partin, tí talan er um eina íløgu á eini 3,2-3,3 milliardir krónur. Men vit longu góðar royndir við at fíggja og bora undirsjóvartunlar, so sjálvandi ber hetta eisini til.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru skipaðir í hvør sínum almennu partafelag og fíggingin av íløguni hevur lutvíst fevnt um innskot frá Landskassanum og brúkaragjøldum fyri at koyra ígjøgnum tunlarnir.

Eysturoyar- og Sandoyartunlar eru somuleiðis skipaðir í almennum partafelag, har fíggingin av íløguni eisini fevnir um innskot frá Landskassanum (tils. 400 mió. kr.) og brúkaragjøldum, umframt einari trygd frá Landskassanum, um so er, at talið av bilum, sum koyrir ígjøgnum Eysturoyartunnilin, er lægri enn eitt ávíst.

Nú Suðuroyartunnilin av álvara nærkast politiska pallinum – nærkast veruligari politiskari viðgerð í landsstýrinum, í samgonguni, millum politisku flokkarnir og á Løgtingi – er ein av stóru spurninginum hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast.

Loysnin liggur beint fyri framman – beint til høgra beinið!

Allir undirsjóvartunlar í eitt felag og ískoytið til fíggingarleistin

Gjøgnum ártíggju hava vit í felag bygt upp almennar tænastur og tilboð kring landið. Ongin ivi er um, at føroyska vegakervið er eitt neyðugt alment tilboð og ein týðandi almenn tænasta. Tí er tað eisini nærlagt, at vit øll skulu verða partur av at fíggja íløguna og raksturin av hesum almenna tilboðnum og tænastuni (vegakervinum) sum hevur verið og framhaldandi fer at verða føroyska samfelagnum til gagns.

Vit hava øll áhugað í, at framúr góðar tænastur í samfelagnum verða brúktar so nógv sum tilber. -Og er brúkaragjald á tænastuni, so snýr tað seg um at finna eina príslegu, har kostnaðurin ikki er so høgur, at fólk frávelja at brúka tænastuna (okkurt bendir á, at hetta er støðan í Eysturoyartunlinum!).

Samfelagið hevur áhugað í:

  • at undirsjóvartunlarnir verða brúktir so nógv sum tilber
  • at kostnaðurin ikki er ein forðing fyri at fyritøkur og fólk brúka undirsjóvartunlarnar eftir vild
  • at kostnaðurin ikki er ein forðing fyri at nyttan av íløguni fær fullan effektivitet í samfelagnum

Í løtuni eru undirsjóvartunlarnir, sum nevnt skipaðir í trý ymisk almenn partafeløg, sum eru fíggjaði innskoti frá landinum, við brúkaragjaldið, – og lántøku fyri at gjøgnumføra íløguna.

Trygdin í mun til lántøkuna liggur (serliga) í ferðsluni – í talinum av bilum, sum koyra gjøgnum tunlarnir hvønn dag – og hava vit hoyrt, at “lága” ferðsla er ein avbjóðing fyri Eysturoyartunnilin. Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hava í dag lítla og onga skuld í mun til uppruna íløgukostnaðin. 

Verða allir undirsjóvartunlar lagdir í eitt felag, so ávirkar hetta bæði inntøkugrundarlagnum hjá samanlagda Tunnilsfelagnum og eisini møguleikarnir hjá Tunnilsfelagnum at fáa góðar treytir í samband við lánifígging – ikki minst tí at talið av bilum, sum brúka tænasturnar hjá Tunnilsfelagnum verður sera stórt.

Verða allir undirsjóvartunlarnir lagdir saman í eitt Tunnilsfelag, sum eisini borar Suðuroyartunnilin, so fer samlaða lániskuldin hjá felagnum at, tá hon er uppá tað hægsta, at verða umleið 5 mia. kr.

Millióna-ferðsla um árið

Tað koyra hvørt ár milliónir av bilum gjøgnum undirsjóvartunlarnir í Føroyum og talið fer bara at veksa við Sandoyar- og Suðuroyartunlinum.

Ferðslan í undirsjóvartunlunum

Vágatunnilin, umleið: 1,0 mió. bilar
Norðoyatunnilin, umleið: 1,3 mió. bilar
Eysturoyartunnilin, væntað: 2,2 mío. bilar
Sandoyartunnilin (mett, við Suðuroyartunlinum): 0,9 mió. bilar
Suðuroyartunnilin (mett): 0,6 mió. bilar

Tilsamans um árið, umleið: 6,0 mió. bilar                 

Tað kann tykjast eitt sindur løgið at hava 3-4 tunnilsfeløg í Føroyum heldur enn eitt felag fyri allar undirsjóvartunlarnar. Talan er um “sama eigara”, sama slag av virksemi og tænastu, so upplagt er allir undirsjóvartunlarnir verða lagdir saman í eitt Tunnilsfelag, sum eisini kemur at bora Suðuroyartunnilin.

Við øllum undirsjóvartunlunum í einum Tunnilsfelag er neyvan nakar trupulleiki at fáa fígging til Suðuroyartunnilin, samstundis sum ein tillaging í fíggingarleistinum kann tryggja inntøkugrundarlagið hjá Tunnilsfelagnum.

Tunnilsfelagið fíggjast við innskoti frá Landskassanum og brúkaragjøldum – og prísirnar lækkast

Við nøkrum tillagingum av inntøkugrundarlagnum hjá Tunnilsfelagnum ber til at fáa eitt trygt fíggjarligt grundarlag undir rakstrinum og afturgjalding av skuldini hjá felagnum, sum jú verður milliarda-stór, tá Suðuroyartunnilin er liðugur.

Inntøkugrundarlagið skal framvegis fevna um innskot frá Landskassanum og brúkaragjøldum, men prísirnir fyri nakrar undirsjóvartunlar mugu lækkast.

Innskot frá Landskassanum til Tunnilsfelagið

Tá farið verður undir Suðuroyartunnilin kann innskotið frá Landskassanum halda áfram eftir sama leisti sum við Eysturoyartunlinum, har landið rindar eina árliga upphædd til Tunnilsfelagið, hetta eins og gjørt varð gjørt við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Støddin á innskotinum frá Landskassanum er sjálvsagt ein politiskur spurningur, men talan er í dag um munandi upphæddir – og tað verður tað eisini í framtíðini. Alternativi til innskotið frá Landskassanum til Suðuroyartunnilin er, at landskassin fíggjar ein nýggjan Smyril, sum helst fer at kosta útvið 1 mia. kr. Sostatt skulu stórar upphæddir brúkast á Suðuroyarleiðin so ella so.

Verður Landskassa-innskotið t.d. 800 mió. kr. yvir 10 ár, so verður árligi innskotið frá Landskassanum 80 mió. kr.

Tá Teistin gevst at sigla um Skopunarfjørð og Smyril um nøkur ár gevst at sigla um Suðuroyarfjørð, so ber eisini til at flyta útreiðslurnar til hesa sjóvegis farleið til Sandoynna og til Suðuroynna til Suðuroyartunnilin. Bara fyri Smyril er talan um umleið 75 mió. kr. um árið, og óroknað Sandoyarleiðini er talan um umleið 100 mió. kr. um árið.

Verða hesar upphæddir fluttar Tunnilsfelagnum, so verður innskotini frá landskassanum til Tunnilsfelagið umleið 180 mió. kr. um árið. Sum lutvíst eru pengar, sum Landið longu í dag brúkar á Suðuroyar- og Sandoyarleiðini og sum Landið í næstu framtíð skal til at brúka á Suðuroyarleiðini.

Brúkaragjøld og lægri prísir

Verandi brúkaragjøld í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum eru lág – 20 kr. aftur og fram – fyri eina sera góða tænastu. -Og fyri pendlarar er prísurin uppaftur lægri orsaka av ferðastuðlinum frá TAKS (um tú úr Miðvági pendlar til arbeiðis í Havn, so er tunnilsgjaldið 5,50 kr. aftur og fram).

Í Eysturoyartunlinum bendir tað á, at prísurin – 150 kr. aftur og fram – er í hægra lagi; ferðslan er í øllum førum ikki tað, sum væntað varð, tá farið varð undir Eysturoyartunnilin.

Prísir hava ikki verið frammi fyri Sandoyartunnilin, men fyri Suðuroyartunnilin hevur verið nevnt, at prísurin t.d. kann verða 225 kr. aftur og fram, sum er sami prísur, sum tað kostar við bili við Smyrli í dag. Spurningurin er so, um hetta ávirkar væntaðu ferðsluna á 1.600 bilar um dagin gjøgnum Suðuroyartunnilin?

Áðrenn undirsjóvartunlarnir komu høvdu Strandfaraskip Landsins skipan, har gjaldið á styttri leiðunum (um Vestmannasund, Leirvíksfjørð og Skopunarfjørð) var 40 kr. pr. persón hvønn veg, og á longri leiðini um Suðuroyarfjørð var 80 kr. pr. persón hvønn veg.

Verður hesin tankin brúktur sum útgangspunkt, so kundi prísurin at koyra ígjøgnum “styttri tunlarnir” Vágatunnlin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin t.d. verið í miðal 30 kr. pr. bil hvønn veg. Meðan prísurin fyri tann longra Suðuroyartunnilin kundi verið í miðal 60 kr. pr. bil hvønn veg.

Hetta eru miðalprísir – og eins og í dag, so hevði ein munur verið á prísinum hjá pendlarum, persónbilum, bussum, og størri akførum, soleiðis at prísurin í  Vágatunlinum og Norðoyatunlinum ikki hevði verið stórt nógv øðrvísi enn vit kenna hann í dag, men tó kanska eina 10 kr. hægri pr. túr aftur og fram fyri persónbilar.

Inntøkurnar frá ferðsluna í styttri tunlunum hevði tá verið útvið 150 mió. kr. um árið við verandi ferðslu – og umleið 40 mió. kr. um árið frá Suðuroyartunlinum við ferðsluni sum er mett av Landsverki. Tilsamans umleið 190 mió. kr. um árið í brúkaragjøldum frá ferðsluni gjøgnum teir fimm undirsjóvartunlarnar.

Men við einari príslækking í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum og lægri prísi enn ætlað í Suðuroyartunlinum, so er ongin ivi um, at ferðslan fer at økjast – lægri prísir føra við sær økta ferðslu – og inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum tí verður nakað hægri enn 190 mió. kr. um árið.

Nýtt grundgjald

Í mun til verandi skipan av brúkaragjøldum, sum “bara” fevna um gjald fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar, so má skipanin víðkast, soleiðis at “allir føroyingar” taka lut í fíggingini av hesum vælferðartilboðnum – sum undirsjóvartunlar jú kunnu sigast verða – og hesi effektiviseringin av samfelagnum, sum hevur jaliga ávirkan á okkum øll, á alt landið.

Umframt brúkaragjøld fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar, so mugu vit øll sum eiga bilar, rinda eitt grundgjald – eitt brúkaragjald fyri yvirhøvur at hava atgongd til at brúka føroyska landsveganetið. Hetta brúkaragjaldið er har longu í dag umvegis vektgjald á bilar.

Men við einari munandi útbyggingin og betran av tænastuni (so at siga alt landið verður bundið saman við vegum) fáa vit øll atgongd til heimsins besta veganet– og av somu orsøk eigur vektgjaldið at hækka, t.d. við 100 kr. um mánaðin, tvs. 1.200 kr. um árið fyri allar bilar – og hevði hetta givið eina inntøku til Tunnilsfelagið uppá umleið 50 mió. kr. um árið.

420 mió. kr. í inntøkum um árið skapar trygt grundarlag

Við hesum leistunum, sum er samansettur av Landskassa-innskoti, brúkaragjøldum og lægri prísum, og grundgjaldi, so verða samlaðu inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum umleið 420 mió. kr. um árið

Landskassastuðul: 180 mió. kr.
Brúkaragjøld: 190 mió. kr.
Grundgjald: 50 mió. kr.
Tilsamans umleið: 420 mió. kr. 

-Og helst hægri enn hetta, tí væntast kann, at ferðslan gjøgnum undirsjóvartunlarnir fer at økjast, tá prísurin í nøkrum av undirsjóvartunlunum lækkar.

Ein inntøka á 420 mió. kr. um árið hevði uttan stórvegis trupulleikar fíggjað eina lántøku, sum í eitt tíðarskeið verður á umleið 5 mia. kr. Verður lánið á 5 mia. kr. við einari afturgjaldstíð á 20 ár og rentu á 2%, so verður árliga lánsgjaldið 300 mió. kr. Og tá er eisini rúm fyri at fíggjað raksturin av øllum undirsjóvartunlunum, sum verður umleið 100 mío. kr. um árið.

Við at leggja allir undirsjóvartunlar í eitt felag og skipa fíggingarleistin av nýggjum, so hevði hetta skapt eitt trygt inntøkugrundarlag fyri Tunnilsfelagið og undir øllum undirsjóvartunlunum (eisini Eysturoyar- og Sandoyartunlum) í Føroyum, og ikki minst loyst avbjóðingina við at fíggja íløguna í Suðuroyartunnilin.

Dennis Holm, samfelagsfrøðingur

Keldur:

Løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 6. mai 2016

Álit um møguleikar, fyrimunir og vansar, at gera ein Suðuroyartunnil, 2019.

PF Vágatunnil og PF Norðoyatunnil

Akstovan.fo

Facebook viðmerkingar