Eldradagur í Vági

Tórsdagin 30. september skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi fyri borgarar 60 ár og eldri í kommununi. Á degnum verður lætt ábit, framløgur og kunning.

Í samband við altjóða eldradagin, skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi í Vági. Dagurin byrjar kl. 11 í matstovuni Garðslon, har kommunan bjóðar brunsj. Borgarstjórin og umboð frá býráðnum verða tilstaðar á degnum, og somuleiðis vera umboð frá Fólkaheilsuráðnum og Vitjunartænastuni hjá Reyða Krossi.

Í samband við eldradagin bjóðar kommunan borgarum flutning til og frá Garðslon.

Skráin er hendan:

  • Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomin.
  • Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, hevur eina framløgu. Hetta verður áleið kl. 11.30.
  • Sangkórið Orðið á Borðið syngur.
  • Halltóra Joensen frá Reyða Krossi kemur at greiða frá um vitjanartænastuna. Hetta verður áleið kl. 12.30.

Dagurin endar kl. 14.00.

Tey sum ynskja flutning til Garðslon og heim eftir eldradagin kunnu venda sær til Miðlatún á telefon 23 93 90.

Facebook viðmerkingar