38 mió. kr. til Fámjinstunnilin í 2022

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, legði í dag uppskot fram um Fíggjarlóg fyri 2022.

Á Fíggjarlógaruppskotinum eru settar 38 mió. kr. av til Fámjinstunnilin.

Í viðmerkingum stendur:

Fámjinsvegurin er einbreytaður, smælur, liggur høgt, og trupulleikar eru av kava og vindi.

Fyri at fáa eina hóskandi farleið verður ein tunnil við tilhoyrandi vegagerð gjørdur millum Ørðavík og Fámjin. Nýggja farleiðin verður 2,6 km samanlagt. Tunnilin verður umleið 1,2 km langur og 8,5 m breiður. Harumframt skulu umleið 1,0 km av vegi gerast Ørðavíkarvegin, og umleið 400 m av vegi skulu gerast Fámjinsmegin.

Tað vóru játtaðar 3,0 mió. kr. til verkætlanina í 2020, til prosjektering og fyrireikingar, og eru 25 mió. kr. játtaðar í 2021. Eftir ætlan verða 38 mió. kr. játtaðar í 2022, 79 mió. kr. í 2023, og 25,0 mió. kr. í 2024.

Verklagslóg um Fámjinstunnilin er løgd fyri Løgtingið, sum ásetur at byggiútreiðslurnar í mesta lagi kunnu verða 169 mió. kr. Verkætlanin er liðugt fyrireikað og verður boðin út í næstum.

Facebook viðmerkingar