Komandi ár skal Smyril í dokk og fyri at lúka lógarásett krøv frá Klassanum verður tað mett, at dokkingin fer at kosta 30 mió. kr., verður sagt í uppskotinum til Fíggjarlóg.
Játtanini verður brúkt til at gera sjálvt arbeiðið, tað vil siga umvælingar, viðlíkahald og dagføringar av Smyrli, umframt til avloysaraskipið fyri Smyril.
Sagt verður ikki í Fíggjarlógaruppskotinum nær í 2022 Smyril skal í dokk.
Facebook viðmerkingar