Ongin játtan til Suðuroyartunnilin í 2022

Seinastu 2-3 árini, í øllum førum síðani valárið 2019, hevur verið frammi, at Suðuroyartunnilin sjálvsagt skal borast í framhaldi av Sandoyartunlinum. Herfyri kom fram, at Sandoyartunnilin verður skotin ígjøgnum áðrenn ársskiftið, so um ætlanin, sum allir politiskir flokkar og at flest allir politikarar hava tosað um í 2-3 ár, skal gjøgnumførast, so skuldi komandi ár setast gongd á Suðuroyartunnilin.

Men sambært Fíggjarlógaruppskotinum fyri árið 2022, so mugu øll tey, sum hava ein dreym um undirsjóvartunnil til Suðuroynna bíða við toli, tí onki er sett av til Suðuroyartunnilin fyri árið 2022.

Í Fíggjarlógaruppskotinum verður sagt, at hildið verður fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin. Tað eru játtaðar 5,0 mió. kr. til Suðuroyartunilin í 2021, men við framflyting av óbrúktari játtan í 2020, er tøka játtanin 6,6 mió. kr. í 2021. Nýtslan verður mett til 4,6 mió. kr. og verða umleið 2,0 mió. kr. fluttar fram til 2022.

Suðuroyartunnilin er mettur at kosta umleið 3 milliardir kr. og verða tað í 2022 tøkar 2 mió. kr., sum verða fluttar fram frá óbrúktari játtan á Fíggjarlógini fyri 2021.

Facebook viðmerkingar