Nevndin fyri Eplafestivalin hevur vegna corona tikið avgerð um at útseta Eplafestivalin til 30.okt.
Fleiri tilburðir av corona eru í løtuni í Sandoynni. Skúlar, barnagarðar og fleiri familjur eru ávirkaði av støðuni og nógv eru í sóttarhaldi.
Fyrireikararnir harmast um støðuna, men vónandi fer at bera til at halda Eplafestivalin, sum nógv hava glett seg til, 30.okt.
Øll sum hava keypt atgongumerki, fáa tey endurgoldin.Nærri kunning við skrá kemur seinni í oktober.
Facebook viðmerkingar