Í ár hevur tað verið ein afturvendandi trupulleiki hjá 1. deild kvinnum, sum í Suðuroynni spæla í felagsliðið FCS/TB/Royn. Ferð eftir ferð verða dystir útsettir ella avlýstir, tí lið norðanfjørðs ikki møta til dystir í Suðuroynni.
1. deildarliðið hjá FCS/TB/Royn skuldi í vikuskiftinum spæla dyst ímóti KÍ á heimavølli í Suðuroynni, men tórskvøldið komu avboð, so tann dysturin er útsettur ella sannlíkt avlýstur.
Sjálvsagt kemur tað fyri, at feløg avlýsa dystir kring landið, eisini í Suðuroynni, men í ár hevur tað verið reglan heldur enn undantakið, at lið ikki møta í Suðuroynni.
Felags kvinnuliðið í Suðuroynni hevur ikki spælt heimadyst í Suðuroynni síðani 26. juni, tvs. fyri meiri enn 3 mánaðum síðani, hetta hóast kappingin hjá 1. deild kvinnum koyrir við fullari ferð.
Facebook viðmerkingar