ABC vika í Vági

Árliga ABC vikan hjá Fólkaheilsuráðnum verður í døgunum 4. til 10. oktober. Temaði í vikuni er ”Saman skapa vit góða sálarliga heilsu millum ung”. Vágs Kommuna er ein trúgvur samstarvsfelagið hjá Fólkaheilsuráðnum og hevur avgjørt, at ABC vika eisini verður í Vági – bara ikki somu tíð, sum aðra staðni í landinum. Orsøkin er, at Ljósfestin byrjar í somu viku, sum ABC vikan hjá Fólkaheilsuráðnum, og kommunan ynskir at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna og geva rúm fyri ABC í Vági.

Tí hevur Vágs Kommuna gjørt av, í samráð við Fólkaheilsuráðið, at ABC vikan í Vági verður í døgunum 25. til 31. oktober, og fara kommunan og stovnar í kommuni at varpa ljós á sálarligu heilsuna. Í hesum døgum hendir mangt, sum er tengt at ABC og sálarligu heilsuni. Temaði í Vági verður tað sama sum hjá Fólkaheilsuráðnum. Í hesum sambandi ynskir kommunan at leggja dent á, at kommunan og borgarar vera til staðar í nú’inum og geva sær stundir til tað, sum er einum nær. Hvat kann so hetta merkja? Í dag er sera nógv sum órógvar okkara gerandisdag og sum tekur okkara uppmerksemi. Nokk teir størstu syndararnir eru telefonin og sosialu miðlarnar. Upplagt er í ABC vikuni, at man letur telefonina liggja og at man fer at vitja hvønn annan, fer til ymist, sum er í Vági, og ger sær dalt av øllum heintleikunum, sum kommunan hevur at bjóða.

ABC vikan og offline vikuskifti

Stovnar í kommununi, eitt nú, dagstovnurin Eikilund, ungdómshúsið og Vágs skúli fara at seta ABC í tímatalvuna hesar dagar. Í Miðlatúni verða tiltøk og kommunan bjóðar heintleikar fram. Dagarnar 29., 30. og 31. oktober fer Vágs Kommuna offline. Tað at kommunan fer offline er í trá við tí, sum kemur at fyriganga í Vági í vikuni. Somuleiðis er vónin at hetta sæst sum startskotið til eitt offline vikuskiftið hjá borgarum í Vági og endabresturin á ABC vikuni í Vági.

Nærri kunning um ABC vikuna kemur eftir heystfrítíðina, og kunna verður frá kommununi og øllum stovnunum um, hvat hendir í ABC vikuni.

Facebook viðmerkingar