Fyri hvønn dag, ið gongur, nærkast dagurin, har Sandoyartunnilin er liðugt boraður. Nú eru færri enn 1.000 m. eftir at bora og gongst sum ætlað, so eru umleið 9-10 vikur eftir inntil skotið verður ígjøgnum í Sandoyartunlinum.
Í Suðuroynni bíða fólk við spenningini, tí frá landspolitiskari síðu hevur í fleiri ár verið sagt, at hildið verður áfram við Suðuroyartunlinum, so skjótt liðugt er at bora Sandoyartunnilin – og vóru allir flokkar eisini á einum máli um hetta, tá teir vórðu spurdir í samband við valstríðið til løgtingsvalið í august 2019.
Alment er tó onki kunnað um, at klárt er at fara undir Suðuroyartunnilin. Kanningar eru gjørdar seinastu árini, eisini í vár og í summar, og varð í januar mánað í ár víst á, at tá komið varð út í august mánað, so hevði man eina ætlan um hvussu linjuføringin á Suðuroyartunlinum koma at verða.
Fakfólk hava eisini sitið við lýsingum av samfelagsligu árinunum og fíggingarleistinum í samband við Suðuroyartunnilin. Tað arbeiðið varð liðugt í summar, men enn frættist onki alment um niðurstøðurnar.
Tríggir mánaðir eru eftir av árinum og tá komið er út í desember er Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum. Málið um Suðuroyartunnilin er enn í bíðistøðu, eisini hóast flest allir landspolitikarar hava sagt, at farið verður undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er skotin ígjøgnum.
Myndirnar tók Kristian Stórhamar í Sandoyartunlinum 3. oktober 2021.
Facebook viðmerkingar