Stroyming frá Aarhus Universiteti í Miðlatúni

Aftur í vetur fer Vágs Býarbókasavn at stroyma fyrilestrar frá Aarhus Universitet. Fyrsti fyrilesturin verður nú týsdagin 5. oktober kl 18.00

Fram til ársskiftið verða 4 fyrilestrar stroymdir á Býarbókasavninum, sum heldur til í Miðlatúni. Talan er um ”live” fyrilestrar, har fyrilestrahaldararnar eru undirvísarar, granskarar ella fólk við servitan innan ávís evnir. Fyrilestrarnar eru ókeypis og øll eru vælkomin.

Á skránni í vetur verða hesir fyrilestrar, sum eisini síggjast í Kvøldskúlaskránni ”Eftirgróður”

5. oktober 2021 kl 18.00:

Big bang og tann ósjónligi alheimurin. Góð 95% eru myrkt tilfar og myrk orka av alheiminum. Men vit vita í veruleikanum ikki hvat tað er. Uttan tað myrka tilfari høvdu vit menniskju og lívið ikki verið til. Men hvat er myrkt tilfar? Avdúkar nýggja granskingin í kosmologi hetta? Beinleiðis stroymdr fyrilestur frá Aarhus Universiteti við professara í stjørnufrøði, Steen Hannestead.

12. oktober 2021 kl 18.00:

Yngri við árunum. Ikki bara liviháttur, men eisini líváskoðan, er við til at avgerða um vit fáa eitt langt lív við fáum ella slett ongum heilsubrekum sum Bente Klarlund so sigandi kallar ellisárini, har menniskjan spakuilga blívur heilsuveikari. Beinleiðis stroymdur fyrilestur frá Aarhus Universiteti við professara og yvirlækna, Bente Klarlund Pedersen.

9. november 2021 kl 18.00:

 Tann innasta kjarnan: Hoyr um lívið og yrkisleiðina hjá danska jarðsjálvtafrøðinginum og støddfrøðinginum Inge Lehman. Inge Lehmann (1888-1993) bleiv heimskend, og vann seinni altjóða viðurkenning í 1936, tá hon uppdagaði innaru kjarnuna hjá jørðin. Beinleiðis stroymdur fyrilestur frá Aarhus Universiteti við rithøvundinum Lotte Kaa Andersen og David Lundbek Egholm, professara í geofysik.

23. november 2021 kl 18.00:

Saltjavnvágin í okkara kyknum: Okkara kyknir eru bundnar av salt. Øll eta vit salt hvønn dag. Tað er lætt at fáa fatur á og tað ger at maturin smakkar betur. Men hvat hendir í kroppinum tá vit eta salt? Beinleiðis stroymdur frá Aarhus Universiteti við Hanne Poulsen, lektari í molekylærbiologi.

Facebook viðmerkingar