Heystið er komi. Men tónleikurin kennir ongan aldur.
Góðu gomlu Frændur eru framvegis føroysk fólkaogn. Og enn skulu søgurnar sigast og sangirnir spælast. Tað er nú vit skulu liva. Ja, syngja og minnast góðar løtur.
Eitt hugnakvøld, har Frændur bjóða ungum sum tilkomnum leskandi skaldadrykkir og tónlistarligar bestubitar.
Við fullari og góðari manning aftanfyri seg trína Eyðun, Rani og Steintór á pallin saman.
Á bass Johannus á Rógvu, keyboard Kim Hansen og trummur James Olsen.
Vit í Salt eru fegin av at vera vertur til hesu serstøku konsertupplivingum.
Frælsi er títt vakra navn. Eg vil liva fyri kærleikan eg fái frá tær. Eg vil elska eg vil syngja. Eg í 80´inum livi. So javnt millum føringar Føroyar. Í einum túni situr hundurin Brúni. Men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð. Tit søgdu noy til trælahald. Ella hvør segði, minnist tú gildið!?
Vælkomin!
*Atgongumerki verða einans seld á atgongumerki. fo ella salt.fo*
Facebook viðmerkingar