Sjálvandi eigur dagpeningaskipanin at verða broytt, tí tað er ikki rætt, at tímaløntu barnafamiljurnar skulu gjalda prísin.
Í skrivandi løtu er talið av fólkið smittað við korona methøgt. Fyrr í vikuni vóru 119 fólk positiv og nærum 500 fólk eru í sóttarhaldi. Vit hoyra dagliga um børn og ung, ið eru testað positiv og heilir skúlaflokkar, ið verða sendir heim í sóttarhald.
Hetta hevur stórar fíggjarligar avleiðingar fyri familjuna, serliga tey ið eru tímalønt, tí tilmælini siga, at foreldur mugu fara heim við sínum børnum og av arbeiðsmarknaðinum 10 dagar í senn.
Eru foreldrini tímalønt, so er ongin skipan, ið loftar, tí dagpeningaskipanin krevur, at tú sjálv má antin verða sjúk ella send í sóttarhald, um skipanin við dagpeningi skal taka við. Har er ongin áseting um børnini.
Sostatt er ongin hjálp at heinta frá tí almenna, hóast tað eru tey almennu tilmælini, ið hava við sær, at foreldur mugu av arbeiðsmarknaðinum og heim við børnunum.
Hetta er ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri eina tímalønta barnafamilju, at ongin inntøka er. Viðkomandi foreldur missa knappliga, uttan at hava nakra ávirkan á støðuna, nærum helvtina av inntøkuni tann mánaðin. Hetta svíður hart hjá einum, ið bert hevur tímaløn at líta á.
Foreldur við fleiri børnum í ymiskum aldrum kunnu lættliga missa meira enn hálva inntøku, kanska eina heila mánaðarløn, um tey eru óheppin og verða send heim, tí børnini mugu í sóttarhald í fleiri umførum.
Haldi ikki at politiska skipanin bara kann lata standa til, men beinanvegin eigur at broyta skipanina, so at hesi foreldur fáa endurgjald úr dagpeningaskipanini. Tað kann ikki vera rætt, at summi foreldur skulu revsast fíggjarliga, bert tí tey fylgja almennu tilmælunum. Henda revsing gongur tvífalt úty vir teirra børn, og tað kann ikki vera rætt.
Mín vón er, at dagpeningaskipanin verður broytt sum skjótast og fær samgongan fulla undirtøku frá Javnaðarflokkinum at fremja hesa broyting.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Facebook viðmerkingar