Elna og Jákup vunnu 29. umfar í sjavs

Farna tórskvøld var 29. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag í VB-húsinum. Og hetta umfarið vunnu Elna Poulsen og Jákup Lisberg.

Úrslitið av umfarinum var:
Nr. 1. Elna Poulsen og Jákup Lisberg, 4 stig hvør
Nr. 2. Vanja Hansen og Helgi Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Anja Bech og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Muller og Petur Gærdbo, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 7. oktober og spælt verður kl. 18.30 í VB-húsinum.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar