Landsverk hevur tikið avgerð um, at allar tær tríggjar fyritøkurnar, ið søktu um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, fáa møguleika at bjóðað uppá verkætlanina.
Hetta er greitt, eftir at Landsverk hevur gjøgnumgingið umsóknirnar, sum komu inn í seinastu viku, og eftir at fyritøkurnar eisini hava havt eina framløgu fyri dómsnevndini hjá Landsverki.
Fyritøkurnar, ið fáa møguleika at bjóða uppá uppgávuna, eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard.
Eftir ætlan fáa fyritøkurnar atgongd til sjálvt útbjóðingartilfari í komandi viku, og fáa fram til fyrst í desember mánaði, at lata tilboð inn. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið.
Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024.
Facebook viðmerkingar