Er tú ein eldsál, sum hevur ein dreym um at standa á odda fyri mest spennandi skúlatilboðnum í Føroyum, so verður nú søkt eftir leiðara til Ítróttaháskúlan í Suðuroy at byrja í starvi skjótast tilber.
Um Ítróttarháskúlan í Suðuroy
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða mest spennandi skúlatilboð í landinum, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Endamálið hjá Ítróttaháskúlanum er at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum.
Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.
Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga.
Háskúlin er ætlaður ungum, sum hava lokið 9. floks prógv og eldri. Aldursbólkarnir á Ítróttaháskúlanum fevna um ung frá umleið 16 ára aldri til fyrru helvt av 20 árunum.
Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur 5 undirvísarar í fullum starvi, 4 undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.
Leiðarastarvið
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild.
Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans.
Leiðarin hevur ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur at luttaka í undirvísingini á skúlanum.
Leiðarin svarar til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy.
Týdningarmestu uppgávurnar fevna millum annað um:
- at tryggja at háskúla-andin, sum er høvuðs virðisgrundarlagið undir Ítróttaháskúlanum, verður førdur víðari
- saman við starvsfólka-toyminum skipa eitt spennandi háskúlatilboð
- at skipa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss
- at standa fyri framhaldandi menning av innihaldinum og fysisku karmunum á Ítróttaháskúlanum
- at marknaðarføra Ítróttaháskúlan og virka fyri at nýggir næmingar koma á háskúlan
Vit vænta:
- at leiðarin hevur viðkomandi útbúgving og/ella viðkomandi royndir
- at leiðarin hevur leiðsluroyndir
- at leiðarin hevur áhuga fyri og royndir innan ítrótt
- at leiðarin hevur royndir við at arbeiða við ungum fólki
- at leiðarin gongur undan í framhaldandi menning av Ítróttaháskúlanum
Leiðarin hevur bústað í samband við Ítróttaháskúlan.
Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 42.345,92 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dennis Holm, stýrisformann í Háskúlanum í Suðuroy á tlf. 222928. Hartil ber til at lesa meiri um Háskúlan í Suðuroy á heimasíðuni www.his.fo
Umsókn og umsóknarfreist
Umsóknir við viðkomandi prógvum og CV verða at senda til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy á teldupost adressu dennis@vagur.fo.
Umsóknarfreistin er mánadagin 1. November 2021 kl. 12.00.
Háskúlin í Suðuroy
www.his.fo
Facebook viðmerkingar