Í dag sær nýggja andlitið hjá Vágs kommunu dagsljós. Talan er um nýggju heimasíðuna, sum kommunan hevur ment saman fyri KT-fyritøkuni Qodio. Nýggja heimasíðan savnar allar tænasturnar hjá kommununi í eina síðu. Hetta merkir eitt nú, at Páls Høll og Marghøllin flyta inn í nýggju síðuna. Somuleiðis er heimasíðan staðið, har borgarar kunnu venda sær, tá upplýsingar skulu fáast til vega.
Nýggja heimasíðan var eitt ynski hjá borgarstjóranum, Bjarna Johansen, um, at fáa eitt einfaldari og vakrari andlit. Somuleiðis er ynskið við heimasíðuni, at kommunan fær styrkt um samskiftið og at kommunan gerst meira talgild.
Nýggja heimasíðan er gjørd einfaldari, og er yvirskipað býtt sundir í Borgari og Vinna, og sett soleiðis upp, at vitjandi fáa víst tað, sum er viðkomandi fyri tey. Ljósu litirnir á síðuni hava støðið í búmerkinum hjá kommununi. Heimasíðan er ment við atlitið til snildtelefonir, har teksturin frá gomlu heimasíðuni er umskrivaður og gjørdur styttri. Men á flestu undirsíðum eru “rullugardinur”, sum hava longri tekst og gevur vitjandi møguleika at lesa meira um tað, sum tørvur er á. Sniðið á síðuni tekur atlit til skermstøddir, soleiðis at vitjandi fáa eitt gott upplivilsi, óansæð um vitjað verður umvegis snildtelefon, teldil ella teldu.
Á forsíðuni eru snarvegir til ymsar hentar upplýsingar. Eisini er ein álmanakki, sum kemur at vísa ymist sum fyrigongur í kommununi og í Vági. Tíðindaflutningurin frá kommununi er savnaður undir Kunning, har vitjandi nemt fáa atgongd til nýggjastu kunningina frá Vágs kommunu.
Heimasíðan er eisini liður í arbeiðinum hjá kommununi um, at koma á Talgildu Føroyar, har tænastur til og samskiftið við borgarar kemur at fyriganga. Tó, so kunnu tey, sum ikki eru á Vanganum, avgreiða síni viðurskiftir umvegis heimasíðuna.
Eftir er at bjóða øllum vælkomin á nýggju heimasíðuna, vagur.fo, og hava vitjandi spurningar ella viðmerkingar, so kann hetta stílast til info@vagur.fo.
Legg til merkis. Økisnøvnini hjá Páls Høll og Marghøllini virka enn og fara framyvir at peika til undirsíðurnar á nýggju síðuni. (Enn eru sjálvstøðugu heimasíðirnar hjá Páls Høll og Marghøllini virknar, men hetta verður broytt)
Facebook viðmerkingar